Norska Nobel-nevndin valdi at lata finska politikaranum og diplomatinum Martti Ahtisaari ársins friðarheiðursløn Tey, sum higartil hava sagt sína hugsan um avgerðina hjá norsku Nobel-nevndini, fegnast um, at Martti Ahtisaari fær samsýning fyri sítt arbeiði.
Frá 1994 til 2000 var hann finskur forseti, men hann er ivaleyst betur kendur fyri tað stóra arbeiðið, sum hann hevur lagt í ymsar altjóða uppgávur, sum hann hevur havt.
Hann hevur verið ST-umboðsmaður í Namibia, ST-umboðsmaður í gamla Jugoslavia, ST-semingsmaður í Indonesia, ST-sendimaður í Kosovo, umframt at hann hevur verið embætismaður í finska uttanríkisráðnum fleiri skifti.
Martti Ahtisaari er fleiri ferðir heiðraður fyri sítt arbeiði, og hann er heiðursdoktari á fleiri lærdum háskúlum kring heimin.