Í dag klokkan 15 fer Petur Martin Petersen, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði at siga frá Martinussøgun í Tilhaldinum í Havn.
Martinus varð føddur í 1863 og doyði uml. 1940. Hann man hava verið ein raskur maður til at fortjena pengar, tí tá ið abbi, Gamli Sámal Petur, hevði bygt handil sín í Fuglafirði og manglaði 1.000 krónur at keypa vørur fyri, fór hann til Martin, sum lænti honum hesar pengar, greiðir Petur Martin Petersen frá.
Martinus var sjómaður og fór samb. seg sjálvan víða um høv. Kanska gjørdi hann eitt sindur av; men sannlíkt er, at hann hevði verið bæði í Ruslandi og Amerika í sínum ungu døgum. At hann dugdi at lita søgur sínar við hendingum, sum vóru ringar at taka fyri fult er sannlíkt, tí fantasiurin var uttan mørk. Hinir beiggjarnir, sum vóru meira orðknappir, hildu ikki so nógv um søgur hansara, men sum onkur av teimum helt fyri: At, var tað ikki heilt sannheit, sum Martinus segði, so var tað heldur ikki heilt lygn.
Martinus var ógiftur; men hevði átt alsk til eina vakra gentu í Kollafirði. Hendan gentan doyði av tuberklum. Í kirkjugarðinum við kirkjuna í Kollafirði er litil pláta, sum Martinus skal hava sett yvir leiðið hjá hesi gentu, sum doyði heilt ung. Men her er hann beskeðin, tí undir áskriftina hevur hann sett eitt slag av undirskrift: En trofast ven.
Pápi og Sigurd farbróðir minnast, at Martinus plagdi at vísa teimum eina slitna fotomyndi við hesi gentu á, meðan hann helt fyri: Hesa var eg góður við . Og ikki var sørt, at tár sóðust í eygum hansara, sigur Petur Martin Petersen.
Martinus var skiparalærdur og skuldi vera millum teirra, sum áttu í lítlu skonnartini Dart. Hann ætlaði í sínari tíð saman við øðrum kollfirðingum at fara til Jan Mayn at reka fiskiskap. Men hetta bleiv av ongum vegna trupulleikar við loyvum v. m.
Tiltakið í Tilhaldinum í Havn verður í dag klokkan 15.









