Martino frá sum Barcelona venjari

Gerardo Martino fer frá sum Barcelona venjari, eftir avtalu við felagið, nú tað miseydnaðist at vinna meistaraheitið.

Gerardo Martino fer frá sum Barcelona venjari, eftir avtalu við felagið, nú tað miseydnaðist at vinna meistaraheitið.

 

Barcelona skuldi vinna á Atletico Madrid í seinasta dystinum í kappingarárinum, fyri at vinna meistaraheitið, men ein javnleikur gav heitið til Atletico.

 

Tað merkti, at Barcelona endaði kappingarárið við ongum steypi fyri fyrstu ferð síðani 2007-08.

 

Eg eri keddur um, at eg ikki leveraði. Eg takki felagnum fyri, at teir høvdu álit á mær, segði Martino.

 

Gerardo Martino avloysti Tito Vilanova í juli síðsta ár, tá hann skrivaði undir ein tvey ára sáttmála á Nou Camp. Tað var hansara fyrsta starv uttan fyri Suðuramerika, síðani eitt seks mánaða tíðarskeið sum spælari fyri Tenerife í 1991.