Martin var stóri maðurin í Sarpugerði

Sølvi Vatnhamar er skaddur, og avloysarin takkaði fyri álitið við at skora sigursmálið hjá Víkingi ímóti B36

Víkingur heldur fram at trýsta KÍ í toppinum, og við 1-0 heimasigri ímóti B36 í kvøld hevur Víkingur av álvara tikið um atgongumerkið at spæla í Europa næsta summar. Serliga tá ið havt verður í huga, at bæði NSÍ og B36, sum eru avbjóðarar til at vinna europeisku plássini, einki fingu burtur úr hesum umfarinum. KÍ hevur 44 stig, Víkingur hevur 37 stig, HB hevur 33 stig, NSÍ hevur 28 stig, og B36 hevur 27 stig.

 

Sølvi Vatnhamar hevur higartil í ár verið stóri maðurin hjá Víkingi. Hann hevur skorað níggju av 34 málum hjá Víkingi, og hann hevur lagt upp til fleiri av hinum.

 

Í kvøld var hann ikki millum teir fyrstu ellivu, og hann var als ikki á listanum. Orsøkin var tann, at hann undir venjing fríggjakvøldið var skaddur.

 

At Sølvi ikki var við, bar við sær, at uppstillingin varð broytt soleiðis, at Andreas Lava Olsen hevði ein mann undir liðini á sær heilt har frammi. Tað var Martin Klein Joensen, sum fyri tað mesta hevur verið innskiftari á besta liðnum, meðan hann á næstbesta liðnum hevur skorað nógv mál.

 

Tá ið Víkingur í 10. umfari, 13. mai, var á Toftum, og tað endaði 2-2, skoraði Martin Klein Joensen bæði málini hjá Víkingi. Í kvøld skoraði hann fyri triðju ferð, og tað var ikki hissini mál og týdningarmikið mál.

 

Tað restaðu 20 minuttir, tá ið Víkingur fekk úrtøku úr yvirvágini og møguleikunum, sum heimaliðið hevði. Talan var um hornaspark úr vinstru, og tá ið Bergur Gregersen legði innfyri aftur, stakk Martin Klein Joensen seg fram og stýrdi við høvdinum bóltin í málið.

 

Fýra minuttir seinni kendist mótbrekkan hjá B36 at verða uppaftur størri. Tá sá miðvallarin Magnus Holm Jacobsen gula kortið fyri aðru ferð, og so var B36 undirmannað. Men gestirnir løgdu av álvara hondina á knæið. B36 spælararnir vóru nú væl grammari og stinnari í nærdystunum, enn teir høvdu verið, og í fleiri førum var talan um sera spentar støður og góðar málmøguleikar í brotsteiginum hjá Víkingi.

 

-Vit høvdu avrátt at vera sannførandi og avgjørdir í nærdystunum, men tað vóru vit ikki. Ella rættari tað vóru vit ikki, fyrr enn vit 20 minuttir undan dystarloki mistu Magnus Holm Jacobsen, tá ið hann sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini tað reyða. Tá ið vit vórðu undirmannaðir, vístu spælararnir av álvara tað, sum vit høvdu ætlað at víst frá fyrsta bríksli. Vit høvdu møguleikar at skora málið, sum skuldi til fyri at vinna eitt stig, men tað eydnaðist ikki. Eingin ivi er um, at Víkingur hevði yvirvág, men eg iðri meg av álvara um, at vit ikki fyrr enn so seint funnu tað spælið og tann hugburðin, sum vit høvdu ætlað frá fyrsta bríksli. Eg rokni við, at um tað hevði verið soleiðis frá fyrsta bríksli, so høvdu vit havt stig við okkum aftur til Havnar, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík í samrøðu við Trónd Arge í FM1.

 

Venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, er sjálvandi fegin um, at tað eydnaðist hansara monnum at vinna fulla úrtøku:

 

-Vit vóru noyddir at gera broyting í uppstillingini, tá ið Sølvi var skaddur. Martin Klein Joensen hevur áður víst, at hann hevur gott máltev, og hann var heilt har frammi undir liðini á Andreas Lava Olsen. Síðstu løtuna vóru vit undir trýsti, men tá ofraðu okkara menn seg av álvara og blokeraðu, tá ið B36 hevði møguleikar, staðfestir Johan Petur Poulsen.

 

Og nú skulu tit spæla sunnudagin á útivølli ímóti KÍ?

 

-Tann dystin fara vit nú at fyrireika okkum til. Í løtuni fegnast vit um sigurin ímóti B36, og so fara vit at gleða okkum til at fara til Klaksvíkar, sigur venjarin hjá Víkingi.

 

 

 

Víkingur – B36 1-0 (0-0)

 

1-0: Martin Klein Joensen 69.

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Olaf Bárðarson – Andreas Lava Olsen (Signar á Brúnni, 86.), Martin Klein Joensen (Ingi Jonhardsson, 77.)

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

B36: Mathias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 84.) – Ragnar Samuelsen (Hákun Edmundsson, 83.), Magnus Fuglø Jacobsen, Mathias Thrane, Bjarki C. Nielsen (Alex Mellemgaard, 56.) – Sebastian Pingel, Uros Stojanov

 

Gult kort: Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel

 

Reytt kort: Magnus Holm Jacobsen 73. (2 gul)

 

Venjari: Dan Brimsvík