Talv
Jógvan Joensen
jogvan@kallnet.fo
Eftir soltna umfarið í mánadagin, kom glið aftur á telvingina hjá føroyingum í 4. umfari. Talan gjørdist ikki um nakra stillisliga innanhýsis uppgerð ímillum Martin og Olaf. Báðir telvaðu fyri at vinna og eftir at Martin sýntist koma nakað verri frá byrjanini, broyttist hetta sum fráleið og hegnisliga vann Martin talvið tá avtornaði.
Heini Olsen kom væl frá byrjanini við hvíta fólkinum ímóti danska altjóða meistaranum Esben Lund. Danin brúkti sera nógva tíð, men telvdi hóast hetta sera neyvt og Heini megnaði sostatt ikki at fáa meiri enn hálva stigið burturúr uppgerðini.
Nakað óvæntað tapti GM Sarunas Sulskis, sum higartil hevur fingið fult stigatal, á IM Tapani Sammalvuo úr Finlandi. Hereftir eru 3 telvarar á odda í kappingini við 3 stigum: T. Sammalvuo, S.Sulskis og R. Åkesson. Martin Poulsen hevur 2 stig og Heini Olsen 1,5.
Í dag verður dupultumfar á skránni, har telvararnir telva bæði klokkan 10 og klokkan 18.
Úrslitini í 4. umfari:
GM G. Jones – FM D. Semcesen 1-0
IM T. Sammalvuo – GM S. Sulskis 1-0
Martin Poulsen – Olaf Berg 1-0
FM Heini Olsen – IM Esben Lund 0,5-0,5
GM M. Grabarczyk – GM R. Åkesson 0,5-0,5