Martin er havnarmaður, men vaks upp í Nólsoy. Foreldrini vóru Valborg Eide úr Nólsoy og H.C.W. Tórgarð, arkitektur úr Havn. Tey fingu sjey børn: Jens, Elinborg, Anna, tvíburarnar Axel og Poul, Martin og Hans, vanliga nevndur Hansemann.
Tá mamman doyði á barsilssong í 1927 við yngsta soninum Hansemann, vórðu fleiri av børnunum sett út. Fýra teirra - Jens, Elinborg, Anna og Axel vórðu verandi í Havn hjá pápanum, Poul vaks upp hjá mostrini Mariu Eide, sum var lærarinda í Funningi, Martin vaks upp hjá einari aðrari mostur, Anna, sum búði í Nólsoy, og Hansemann vaks upp hjá eini fastur síni í Havn.
Martin hevur siglt sum skipari og stýrimaður, m.a. sigldi hann við Fame. Miðskeiðis í fimtiárunum fór hann at føra læknabátin Reyða Kross og var skipari á honum í mong ár, til hann legði frá sær fyri aldur.
Fleiri av Tórgarðsbrøðrunum hava verið og eru tiltiknir góðir kvøðarar, og Martin smæðist ikki burtur ímillum í so máta. Hann er kendur í øllum dansifeløgum í landinum. Umframt at kvøða, hevur hann eisini sungið inn á band til Útvarpið.
Martin giftist við Signhild úr Nólsoy. Tey fingu børnini: Helgi, sum doyði í 1992, Valborg, sum doyði smágenta, Fritjof, Tóra, Anna og Martin, sum mong munna kenna frá skemtitekningunum í Dimmalætting.
Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 28. februar, har tey, sum hava hug at heilsa uppá Martin, eru vælkomin inn á gólvið heima í Varðalág 3 millum kl. 14 og 17.
-red