Ungi havnarmaðurin, Martin Poulsen, er nýggi føroyameistarin í talvi fyri einstaklingar. Um páskirnar hevur FM verið í talvi, og leygardagin vórðu seinastu leikirnir fluttir. Seks útlendingar hava luttikið í FM-kappingini í ár, og vóru tað eisini hesir, ið endaðu á trimum teimum fremstu plássunum.
Kappingin varð skipað so, at fremsti føroyingurin varð kosin til FM-vinnara. Eftir seinasta umfarið leygardagin vóru tríggir teir fremstu føroyingarnir ájavnir í stigum. Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og Flóvin Tór Næs endaðu allir á fjóðra plássi í samlaðu kappingini við seks stigum av ellivu møguligum
FM-heitið var avgjørt við kviktalvum, har teir tríggir telvararnir fingu 25 minuttir at umráða seg í. Martin vann bæði á Ólavi og Flóvini, og kann nú kalla seg føroyameistara 2003 fyri einstaklingar í talvi.
Undan seinasta umfarinum var tað annars Hans Kristian Simonsen, ið lá best fyri í FM-kappingini, men hann tapti óvæntað fyri Carl Eli N. Samuelsen í seinasta umfarinum, og megnaði sostatt ikki at endurvinna FM á hesum sinni.
Evnarríkur FM-vinnari
Hetta er fyrstu ferð, at bert 19 ára gamli Martin Poulsen vinnur FM-heitið. Martin hevur seinasta hálva árið telvað burturav, og hetta val tykist nú geva úrslit. Nýkosni FM-vinnarin hevur gjørt stór framstig, og má sigast at vera nýggja stjørnuskotið í føroyska talvheiminum
Í fjør var tað ungi kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen, sum vann FM, so ikki kann sigast annað, at teir ungu telvararnir rættiliga bíta frá sær.
Bæði Martin og Hans Kristian hava luttikið í fleiri kappingum uttanfyri Føroyar seinasta vetur, og skoðsmálini til teirra er, at teir eru sera evnaríkir og gera stór framstig.
Eingin IM normur
Eitt av endamálunum við at bjóða útlendingum við til FM-kappingina í ár var at geva føroyingunum møguleika at ogna sær IM norm. Eftir fyrstu umførini gjørdist greitt, at tað fór at gerast tungt, tí úrslitini vóru ov misjøvn.
Eftir seinasta leikin leygardagin varð eisini staðfest, at føroyingarnir gjørdust ov stuttir, og tí má næsti IM-normurin hjá føroyingum bíða. Í løtuni eru Flóvin Tór Næs og John Arne Nielsen einastu føroyingarnir, ið kunnu breggja sær av at hava IM-norm.
Ovfarnir útlendingar
Útlendsku telvarar søgdu seg verða ovfarnar av føroyskari telving. Teir báðir, ið endaðu á fremstu plássunum, danin Kim Pilgaard og skotin John Shaw, eru báðir stórmeistarar, men hóast styrkismun, so smæddust føroyingarnir ikki burtur.
Bæði Martin Poulsen og Hans Kristian Simonsen fingu javnt imóti John Shaw, og Heini Olsen fekk eisini javnt ímótu vinnaranum av kappingini Kim Pilgaard. Javnleikurin hjá Heini Olsen ímóti Kim Pilgaard var ein av glottunum hjá klaksvíkinginum, sum ikki hevði ein góða kapping í ár.
Útlendingarnir høvdu á orði eftir kappingina, at fleiri av føroysku telvarunum telvaðu væl betri, enn teirra styrkistal, og teir søgdu seg vænta nógv av føroyskari telving í framtíðini.