Martin Olsen skiftir til AB

Martin Olsen skiftir barndómsfelagið úr Gøtu út við liðið av Argjum.

22 ára gamli Martin Jarnskor Olsen, sum hevur sína fótbóltsuppaling í Gøtu, skal spæla við AB hetta kappingarárið, sum flutti niður í 1. deild í fjør.

 

Hann hevur spælt øll síni fótbóltsár við GÍ, sum nú eitur Víkingur; men verður nú at síggja í reyðu AB-blusuni.

 

Martin verður áhugaleikari hetta kappingarárið, og er so ikki sáttmálabundin.

 

Martin Olsen er nokk ikki líka umrøddur, sum bróðurin Súni Olsen, ið spælir við B36. Teir skulu nú báðir spæla fótbólt í høvuðsstaðnum hetta kappingarárið.