Martin og Markus skora nógv mál

1.DEILD: Skálamenn vunnu í kvøld stórsigur í Gundadali

Í kvøld vunnu skálamenn stórsigur í Gundadali ímóti B36. Úrslitið var 5-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki.

 

Skála hevur 19 stig fyri sjey dystir, og málmunurin hjá Skála er +19. Í kvøld skoraði Martin Johansen trý mál, og Markus Isaksen skoraði tvey mál. Markus hevur nú skorað sjey mál, og Martin hevur skorað seks mál.

 

Tølini siga, at heimaliðið hevði eina roynd ímóti málinum hjá Suna Ernstsson, meðan Skála hevði tíggju royndir á heimamálið.

 

Liðið hjá skálamonnum er rættiliga støðugt. Tað eru átta spælarar, sum hava verið við í øllum sjey dystunum, og so eru tað einir fýra, sum hava verið við í øllum uttan einum dysti.

 

Soleiðis sum tað sær út í løtuni, so skal heilt nógv venda øðrvísi í heyst, enn tað ger nú, um steðgurin hjá Skála í næstbestu deildini ikki verður longri enn eitt ár.

 

Tað er dagsskráin hjá Skála at endurvinna plássið í bestu deildini. Hjá B36 snýr tað seg um at menna ungar spælarar. Í kvøld vóru tríggir veteranar millum teir fyrstu ellivu. Teir vóru Hans Jørgensen í málinum og Lukas S. Enevoldsen og Benjamin Heinesen, sum vóru á vøllinum í ein tíma.

 

B36, sum er næstaftast við einum stigi, fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti B71.

 

Næsti dystur hjá Skála verður fríggjadagin á heimavølli ímóti EB/Streymi.