Martin Ødegaard til Real Madrid

Real Madrid hevur í kvøld kunngjørt, at norska stórtalentið skiftir til felagið

Martin Ødegaard er navnið á óvanliga evnaríkum ungum norskum fótbóltsspælara. 16 ára gamli landsliðsspælarin verður í morgin presenteraður sum Real Madrid spælari. Tað kunnger felagið á heimasíðu síni.

 

Les eisini: Martin Ødegaard setti nýtt met

 

Martin Ødegaard hevur verið á rundferð í Evropa, har hann hevur vitjað feløg sum Bayern Munchen, Liverpool og Real Madrid. Hetta eru bara nøkur av feløgunum, sum hava verið eftir norska landsliðspælaranum, ið hevur met sum yngsti landsliðsspælarin í einum EM undankappingardysti.

 

Norska VG skirvar, at Martin Ødegaard um døgurða tíð í morgin skrivar undir ein seks ára langan sáttmála við Real Madrid. Martin skiftir frá norska Strømsgodset.