Martin Næs, bókavørður og deildarleiðari í Mentamálaráðnum, er valdur sum nýggjur formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya
Nýtt stýri er valt til Listasavn Føroya fyri tíðarskeiðið: 1. apríl 2009 til 31. mars 2013:
Mentamálaráðið hevur valt av nýggjum:
Martin Næs sum formann í stýrinum og Kristionnu Sjóvará sum varalim
Listafelag Føroya hevur endurvalt:
Árna Winther sum stýrislim og Julionnu Klett sum varalim.
Føroysk Myndlistafólk hava endurvalt:
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen sum stýrislim og Astri Luihn sum varalim.
Tórshavnar Kommuna hevur valt av nýggjum:
Jógvan Arge sum stýrislim og Mariu Hammer Olsen sum varalim.