Martin Kjærbo aftur í gongd

Ein av kendastu og bestu plátuvendarum, sum Føroyar nakrantíð hava fostrað, setir seg aftur við pultin í Eclipse leygarkvøldið. Martin Kjærbo, eisini nevndur DJ COOL, fer at vísa síni kynstur fram og lata tónaguff til fólk í dansihýri.

 

Klaksvíkingurin sigst vera ein magnetur, tá ið tað ræður um at fáa fólk á dansigólvið.