Nú fríggjakvøldið 13. april verður aftankvirra í Vágs Kirkju og tá vitjar kendi tónleikarin og sangskrivarin Martin Joensen.
Martin Joensen, sum flest øll kenna sum einstakling og frá bólkinum Vestmenn, hevur latið úr
hondum nógvar góðar og vakrar sangir.
Fríggjakvøldið vitjar hann í Vágs Kirkju, og tá kemur hann at framføra
nakrar av sínum sangum, eins og hann kemur at greiða eitt sindur frá
sínum lívi eitt nú at verða raktur av sjúku, og hvussu ein timburmaður
bleiv hansara styrki.
Kvøldið byrjar kl. 21.30 tá ið møguleiki er at nýta friðin í kirkjuni.
Umleið kl. 21.50 verður tónleika preludium, og so leggur Martin til brots
kl. 22.00. Ein stutt andakt er á skránni og so verður endað við einum
felagssálmi.
Kirkjuráðið í Vági hevur í fleiri ár skipað fyri aftankvirru, og
hevur tað hvørt ár lagst afturat við fólki. Eftir aftankvirruna verður bjóðað
til ein kaffimunn.