Fleiri ættarlið eru uppvaskin við orðunum og tónunum sum hann hevur sett saman úr huganum hjá sær.
Nú kemur sangarin, grafikarin, sangskrivarin, málarin og tónaskaldi Martin Joensen á Heima 2018 – páskaaftan 2018, at spæla nøkur av sínum best kendu løgum og tekstum. Tað skriva fyrireikararnir av tiltakinum Heima, sum er nú um dagarnar.
Sagt verður, at Martin Joensen fer at spæla eina blanding av gomlum og nýggjum. Heima í Nólsoy páskaaftan er triðji festivalurin av hesum slagnum í bygdini, har 10 heim 1 dag um árið, páskaaftan, lata upp heimini til 20 stovukonsertir.
Umframt Martin Joensen eru millum annaðeisini framførslur frá Danny and the Veetos, Jasmin, Asyllex og Heiðriki av Heygum. Tað er í morgin, at Heima er á skránni í Nólsoy. Sí skránna við at trýst á her