Martin Joensen syngur í danskari kirkju

Fríggjadagin hevur Martin Joensen konsert í Hans Egede kirkju í Keypmannahavn. Føroyska kirkjuliðið, Sankt Ólavs kirkjulið, skipar fyri konsertini.

Hans Egede kirkja er á Eysturbrúgv, og føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn hevur føroyskar gudstænastur har tvær ferðir um mánaðin.

Konsertin við Martini Joensen verður býtt í tveir partar. Í fyrra partinum syngur sálmar Martin Joensen sálmar, hann hevur skrivað. Føroyski presturin í Danmark, Borgny Brünings-Hansen, hevur stutt prát við Martin Joensen millum fyrra og seinna part av konsertini.

Konsertin byrjar fríggjadagin kl 17.00.