Sangskrivarin og tónleikarin Martin Joensen fer mikukvøldið 16. januar at hugleiða um sínar sangir á Sunda Bókasavni á Oyrarbakka Umframt at greiða frá sangum sínum, fer Martin Joensen eisini at framføra nakrar av hesum. Martin Joensen gav í 2006 út bókina ?Lat meg goyma teg?, sum er eitt úrval av bestu yrkingum hansara. Sjálvur myndprýddi Martin Joensen bókina, og fyri hetta verk hevur hann síðani fingið M.A. Jacobsens virðirslønina fyri fagrar bókmentir. Tiltakið við Martin Joensen í Sunda Bókasavnið tann 16. januar byrjar kl. 19.00.










