Martin Joensen og sangskattur hansara

Martin Joensen og manning hansara hugnaðu sær í Flagstjaldinum á Summarfestivalinum, og løg sum Morgun og Ró rørdu lurtararnar, sum sungu við, tá hesar vøkru balladurnar ljóðaðu

Martin Joensen hevur við hepnari hon funnið sær veg fram úr leiklutinum sum sangskrivari og tónleikari, til leiklutin sum troubadourkendur tónleikari og sangari, ið framførur løg síni, ið teljast millum tey, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín.
Tað fyltist skjótt í tjaldinum, tá Martin Joensen var farin á pallin. Tað kendist, at fólkíni, sum mundu teljast í øllum aldri, her vætnaðu sær nakað gott og at tey vistu nøkulunda hvat tað var, tey fingu at hoyra.
Og hóast nøkur nýggjari løg ikki rættiliga fingu fjøldina uppfrá, so var øðrvísi, tá løg sum Morgun og Ró komu. Tá raknaðu fólk við. Og eisini onnur løg av lívligari slag, og sum fólk kennast við, so sum Tað Gongur Nokk, høvdu somu ávirkan.
Og stuttligt er tað, at Martin sjálvur er farin at spæla gamla klassikara sín Svarti Ravnur. Lagið er so inngrógvið við útgávuni hjá Kræklingum, men hóast hetta, so riggar útgávan hjá Martin og vinmonnum væl. Talan er um eina útlegging av Svarta Ravni við heitari suðuramerikanskum rútmum og tað riggar.
Tjaldið er óført til slíkar konsertir, har talan er um tónleik, ið ikki er so harður. Hjá Martini eru tað vælsitandi løgini og ikki minst vælskrivaðu orðini, ið hava týdning.
Tað var í roynd og veru talan um eina sanna hugnaløtu saman við Martin Joensen og manningini; ólavur, Jákup, Pauli, Niels og Jónleif.
Heldur turt humor hóskaði væl. T.d. stuttu viðmerkingarnar og tá Martin og Ólavur og teir greiddu frá, at teir høvdu vant nøkur dansitrin og teir tóku nøkur av hesum. Men hetta mátti gerast í steðginum millum sangirnar, tí annars órógvaði tað spæli!!!
Jú, tónleikararnir spældu sær og alt kendist óformelt og niðri á jørðini. Og harvið náddi Martin útum pallkantin og fekk samband við fjøldina.
Ljóðið var kanska ikki í topp, men so við og við gjørdist betri.
Tá Martin hevði spælt í ein tíma og tað, ið líktist hálvum tíma, so takkaði hann av, men kravið frá lurtarunum var greitt: Her kravdust eykaløg! Og Morgun skuldi so avgjørt vera eitt teirra.
Tað endaði við, at umframt Morgun, so sang Martin 60'ini. Men so mátti hann eisini gevast, tí nú var annað á skránni á stóra pallinum á Vágsbø.
Men Martin kundi óivað oyst av sínum sangperlum eina góða løtu afturat. Hann eigur nøkur av bestu orðum og bestu løgum, ið ættarlið júst nú goyma í hjartanum. Ongin ivi um tað.