Martin Joensen og Hinir á G!

Har verður spikafeitur djúpur, lívsvísur og samstundis syng-við-sligur fólkarokkur, sum einans Martin, Bob Dylan, Beatles, Neil Young og Hinir kunnu gera hann, á G! skránni. ?Svarti ravnur,? ?Morgun,? ?Trýssini,? ?Ró? og vit kundu hildið áfram ? umframt at verða ævigar landaplágur í Føroyum, hava hesi løgini tað til felags, at sangskrivarin eitur Martin Joensen. Hann, sum er ein av okkara allar fremstu og fólkakærastu sangskrivarum.

 

Martin hevur higartil latið fimm útgávur úr hondum, og eigur hann fleiri enn tríati sangir í Grønu Sangbók, umframt tveir í Songbók Føroya Fólks.

 

Martin hevur seinastu 2 árini endurnýggjað ímyndinað av sær sjálvum sum framførandi tónleikara við nýggjari orku, og einum sera vælspælandi bólki, sum tilsamans kallar seg Martin Joensen og hinir.

 

Við nýggju ?Á brúnni? í skjáttunum fara Martin og hinir at borðreiða við fólkarokki, sum minnir eitt sindur um Bob Dylan, Neil Young og Beatles, millum annað.