Martin Joensen í Norðurlandahúsinum

Leygarkvøldið verður høvi at uppliva ein av okkara fremstu trubadurum, Martin Joensen á einum av okkara fremstu konsertpallum, í stóra konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Martin Joensen hevur við sínum framúrskarandi sangskrivaragávum í løgum sum Morgun, Ró og Svarti Ravnur vunnið sær eitt heilt serligt pláss í føroyskum tónleiki. Á aktuellu fløguni Á Brúnni hevur Martin Joensen, enn einaferð sannført ummælarar og fløgukeyparar um sínar serligu gávir. Henda útgávan hevur fingið sera góð ummæli við á vegnum.

 

Á konsertini leygarkvøldið verður høvið at uppliva nýtt og gamalt hjá Martini.

 

Bólkurin hjá Martini, Hinir, hevur góð trý ár á baki, og hevur spælt á flestu føroysku festivalunum umframt á smærri spælistøðum kring landið. Tónleikarnar handan navnið ?Hinir? eru: Jákup Zachariassen, steel og dobro, Eyðun Mohr Hansen, gittar, Jónleiv Jensen, slagverk/trummur og Pauli Magnussen, bass. Til konsertina í Norðurlandahúsinum verða eisini ymsir gestatónleikarar á palli.

 

Konsertin verður kl. 19.30