Martin Joensen í Fuglafirði

Komandi dagarnar vitjar Martin Joensen, tónleikari og grafikari, í Fuglafirði við tveimum tiltøkum, málningaframsýning og blanding av upplestri og konsert:

Fríggjadagin 15. februar klokkan 17.00 letur upp málningaframsýning í Ribarhúsi, har Martin, sum er útbúgvin grafikkari/illustrator frá Skolen for Brugskunst, sýnir fram verk, ið hann hevur málað í 2012-13.

Í hesum sambandi syngur Martin nakrar av sínum best kendu sangum. Framsýningin er opin til hósdagin 28. februar.

Ribarhús er opið mándag til fríggjadag frá klokkan 15.00 til klokkan 17.30, leygardag frá klokkan 11.00 til klokkan 13.00 og stongt sunnudag.

Sunnukvøldið 17. februar klokkan 20.00 fer Martin so á pallin í Mentanarhúsinum.

Talan verður um eitt varisligt bland av upplestri og konsert, sum hann hevur valt at geva heitið »Úr dagbókini«. Søgan handan sangirnar verður søgd, umframt at hendingar, tankar og hugleiðingar á lívsleiðini verða tiknar fram. Serligur dentur verður lagdur á seinastu árini, har lívið fekk kollveltandi vend á so at siga øllum økjum.

Martin verður einsamallur á palli hesar umleið tveir tímarnar, tiltakið varir.

Fløgur Martins og bókin »Lat meg goyma teg« verða til keyps. Vil onkur hava bókina ella fløguna signeraða, so verður eisini høvi til tess.