Martin Joensen er fyri kortum komin av palli eftir eina bergtakandi framførslu Hóast tað var nakað kalt og hevði hug at dryppa, var fitt av fólkið komið saman á Spæliplássinum, har Martin Joensen spældi. Og hesi fólkini vóru alt annað enn skuffað av framførsluni hjá Martini Joensen.
Konsertin var sera væleydnað, og hesuferð var eingin trupulleiki við ljóðinum. Og ljóðstreymurin úr hátalarunum var sera bergtakandi, tá Martin Joensen spældi løg sum ?Nánd? og ?Í tínum eygum?. Nógv kenna hesar sangir aftur, og fleiri høvdu hug at singja við til hesi frábæra góðu løg.
At fjøldin ikki taldi meira enn góð 300 fólk fortelur sera lítið um hesa konsertina. Tey, ið ikki hoyrdu Martin Joensen, hava uttan iva mist ein av gloypibitunum á G! Mini.