Martin Joensen 60 ár

Rás2 vitjaði i morgun heima hjá Martin Joensen.

27. august fylti Martin Joensen 60 ár, men av tí at hann hevur verið burturstaddur, verður hann ikki hátíðarhildin fyrr enn nú.

 

Komandi leygardag hevur hann listaframsýning í Vestmanna, har eisini verður undirhildið við tónleikaligum innsløgum og hugleiðingum.

 

Rás2 vitjaði fyrrapartin millum 10 og 11 heima hjá Martini Joensen í Havn, har rásin tosaði við føðingardagsbarnið um barnaár í Vestmanna, um yrkingarnar, hann hevur lagt úr hondum og um málningarnar, sum hann fer at sýna fram leygardagin.

 

Tað vóru Mirjam Pætursdóttir og Evy Tausen, sum vóru á gátt hjá Martini Joensen fyrrapartin í dag.