Í dag eru 100 ár síðani, at høvundurin Martin Joensen var føddur í Sandvík.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tiltøkum í Sandvík, ið fostraði henda stóra føroyska høvund, ið er kendur fyri stuttsøgur og skaldsøgur.
Minnirvarðin í bygdini yvir Martin Joensen verður fluttur á nýtt øki mitt í bygdini, sum bygdaráðið hevur latið fríðkað.
Klokkan 18:30 fer bygdaráðsformaðurin í Hvalbiar sókn formliga at lata økið til sandvíkingar í minninum um Martin Joensen.
Steinbjørn B. Jacobsen, høvundur, lesur upp yrking, hann skrivaði, tá Martin Joensen doyði.
Kvøldseta
Aftaná verður almenn kvøldseta í bygdarhúsinum, har framsýning er av verkum Martins og av tí, onnur hava skrivað um hann. Hanus Kamban, høvundur, hevur fyrilestur um bókmentaverk Martins, og Álvur Enni, lærari á Tvøroyri, heldur fyrilestur, sum pápi hansara Johannus Enni, sáli, skrivaði um barnabókmentir Martins.
Lisið verður upp úr verkum Martin Joensens.
Væl dámdur
Martin Joensen var føddur í Sandvík 19. apríl í 1902. Í stuttum kann sigast um hann, at hann telist millum fremstu høvundar okkara. Skúlabørn, nú sum áður, kenna óivað søgurnar um Elin Mariu, um sjórænarar, sum endaðu í kyksendinum, um familjuna, ið mátti frá húsi og heimi í søguni ?Húsvillur?, fyri bert at nevna nakrar.
Umframt eru jú skaldsøgurnar, har tey flestu kenna ?Fiskimenn?.
Martin hevur verið mettur sum høvundur, ið gav bygdalívinum ans, eins og teim minni mentu, teimum ,ið vóru fyri órætti. Hann var stóri humanisturin.
Og uttan hóvasták dugdi hann at greiða frá, lýsa, gerandislívið fyrrapartin av farnu øld. Gerndislív, trong kor, ið júst mangan mundi vera merkt av, at høgt í metum var ikki at gera nógv burturúr sær sjálvum.
Martin Joensen fór á Háskúla og fekk eggjan at fara á Læraraskúla, heldur enn at fara handilsvegin, sum hann hevði hugsað. Hann tók læraraprógv í 1926. Fyrstu ritroyndir hansara komu í næmingabløðini á Háskúlanum og Læraraskúlanum, Tjaldur og Snarljós.
Hann var lærari á Økrum og Víkarbyrgi og í Lopra eitt skifti. Í 1929 gjørdist hann lærari í Sandvík og var har, til hann í 1944 tók við lærarastarvið á Tvøroyri.
Hann var deknur í Sandvíkar kirkju, limur í bygdaráðnum í Hvalbiar Sókn og eisini var hann eina tíð blaðstjóri á Sosialinum.
Seinastu árini bilaði heilsan og Martin Joensen doyði 64 ára gamal jóladag í 1966.
Meira verður at lesa um Martin Joensen og skaldskap hansara í blaðnum í morgin og í næstu viku.
Tey, ið fyrireika hátíðarhaldið í Sandvík í dag, eru Levi Niclasen, Álvur Enni, Jákup Jensen, Rannveig Hovgaard, Emmy Klettheyggj, Jákup Kjærbo og Snorri Thomsen.
Dansifeløgini í oynni taka lut í kvøldsetuni.