Martin Hall gevur tríggjar nýggjar fløgur út

Hann er í seinastuni vorðin kendur sum dómari í Talent 2008-kappingini, har Ragnar Finnson fríggjakvøldið gjørdist nr. 3. Men tá ið hann ikki starvast á DR1, hevur Martin Hall sjálvur úr at gera sum tónleikari.

 

Hann arbeiðir í løtuni við at gera tríggjar nýggjar fløgur, sum allar fara at koma út 2. februar 2009 ? næstan á 3 ára degnum fyri, at seinasta fløga hansara, væl umtókta ?Facsimile?, kom út í 2006.

 

Hesar tríggjar fløgurnar fara at fevna um eina spildurnýggja studiofløgu og tvær endurútgevanir av nøkrum av hansara mest markantu fløgum frá ávíkavíst 80?unum og 90?unum ? við einari rúgvu av bonustilfari. Nýggja fløgan fer at eita ?Hospital Cafeterias? og endurútgevanir verða av ?Apparently All The Same? og ?Random Hold? frá ávíkavíst 1984 og 1996.