Martin í Grund á Asfalt

Eitt mest sum óskrivað blað fer á Asfal at geva sín tónleikaboðskap til áhoyrararnar Millum einstaklingarnar og meiri ókendu tónleikanøvnini á Asfalt í ár verður ein av teim mest forvitnisligu óivað Martin í Grund. Martin er kristin og hevur spælt tónleik í fleiri ár. Hann hevur spælt við í ymsum bólkum og var eisini við á Asfalt í fjør. Hesaferð verður hann tó einsamallur á palli.

Martin sigur um seg sjálvan: hevði eg verið giftur við Sigrun Brend, hevði eg itið Martin Brendur í Grund. Martin hevur tíverri onga síðu á Myspace, har til ber at hoyra tónleik hansara, men hetta er bara enn størri orsøk til at gleða seg til at hoyra unga sangskrivaran framføra á Asfalt í ár.