Mánakvøldið skuldi avgerandi dysturin í FM í tennis spælast-
Martin N. Simonsen, sum fýra ferðir áður hevur vunnið kappingina, skuldi í finaluni royna seg móti Eyðun Luid, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg í finaludysti um FM. Í hálvfinalunum sínum, høvdu teir báðir vunnið á ávíkavist Jóhann Krog og Martin Heinesen.
Royndirnar sigraðu
Hóast tað eydnaðist Eyðuni at koma á odda 2-0i fyrsta settinum, so megnaði Martin tó rættuliga skjótt at svara aftur.
Tá alt kom til stykkis, hevði tað eydnast Martini at vinna fyrsta settið 6-2, og í ørðum setti hann bara á fram, soleiðis at endaliga støðan gjørdist ein 2-0 sigur við sett úrslitunum, 6-2 6-1.
Um tað vóru væntandi royndirnar hjá Eyðuni, sum høvdu sína ávirkan skal ikki verða gitt um, men í øllum førum vórðu tað í nógvum førum persónlig mistøk, sum avgjørdu dystin, heldur enn vinnandi bóltar frá mótstøðumanninum.
Sum nevnt er hetta fimtu ferð, at Martin N. Simonsen gerst føroyameistari. Seinasta heitið er tó somikið gamalt sum frá 1997, so uttan iva var tað fjálgandi hjá Martini, at hann soleiðis aftur slapp í fremstu røð.
Umframt kappingina hjá teimum vaksnu, varð eisini kappast í bólkinum undir 17.
Her eydnaðist Teiti Albinus at vinna finaludystin á Rógva Højgaard. Teitur vann dystin 6-3 6-2.










