Martin er nú málverji á Skála

18 ára gamli málverjin er hondbóltsspælari í fremstu røð

Nú er tað greitt, hvør avloysarin hjá Skála er fyri málverjan Sonna Højgaard.

Sonni var óheppin og sleit herfyri hælsinuna. Tað bar við sær, at eingin eykamalverji hevur verið hjá Karstini Hansen, sum verjir málið á besta liðnum, og at eingin upplagdur málverji er á næstbesta liðnum.

 

Nýggi málverjin er 18 ára gamli Martin Danielsen. Hann hevur verið málverji í barndómsfelagnum NSÍ í yngru deildunum. Seinnu árini hevur hann raðfest hondbóltin fremst. Í ár er hann spælskipari á besta liðnum hjá StÍF.

 

Skálamenn siga, at fyrstu venjingarnar hava víst, at Martin er sera evnaríkur málmaður, og vit fegnast um, hat hann er blivin partur av hópinum hjá Skála, verður sagt á facebook vanganum hjá felagnum.

 

Næstbesta Skála liðið er í fyrstu deild. Leygardagin fær Skála í fyrstu deild vitjan av KÍ.

Besta Skála liðið fær sunnudagin vitjan av TB í Betri deildini.