Fríggjadagin kom X Factor Martin at enda heim til heimbýin hjá sær Ørum, har øll vóru klár til at fegnast um hann. Kl. 15 vóru fleiri hundrað skríggjandi gentur møttar upp fyri at hoyra stjørnuna spæla nøkur løg og tær vórðu ikki skuffaðar. Sum altíð sang Martin seg nevniliga inn í hjørtini á øllum.
Fyrrverandi sjónleikstjóri Martins, Torben Teglgaard, spurdi Martin, um hann hevði skumpað Martin inn í sang-karrieruna. Hetta helt Martin ikki, og hann sang eitt brot úr sanginum ?Your Song? frá sangleikinum ?Tommy?, ið Torben Teglgaard leikstjórnaði.
Frá borgarstjóranum Johannes Stensgaard fekk Martin eitt ur og fyri at takka fyri hetta sang hann 33 sekund úr lagnum ?For Once in my Life?. Meira varð tað ikki til ? tí SonyBMG, ið hevur tikið yvir eftir Danmarks Radio, nú hevur forðað Martini í at syngja alment, skriva autografar og tosa tíðindafólk.