Martin hevur stuðlað bygdafelaginum Royn heilt frá ungum árum av, hann spældi fótbólt í nógv ár og taldust millum bestu spælarar. Hann kann í dag minnast aftur á manga minnisríka løtu á vøllinum. Somuleiðis kann hann í dag fegnast um, at sonurin Frits eisini er ein ágrýtin fótbóltsleikari.
Martin er ein sera góður bakkamaður, heilt frá óvitaárum lærdi pápin hann at røkja bjørgini og at virða og hámeta náttúruna. Pápi hansara var seyðamarður á Hómrum í nógv ár, og mong fet eigur Martin har. Somuleiðis kann sigast, at Villingaberg kennir Martin sum sín egna lumma, og sum unglingur keypti hann eina hálva gyllin í Lítla Dímun. Fyri Martin, sum fyri flestu hvalbingar, er oyggin eitt sera týdningarmikið frístað, ið gevur heilsubót og nýggja megi til dagligdagin. Eitt av áhugamálunum hjá Martini eru veðrar og seyðahald, og nýggja hoyggjhúsið er sera væl úr hondum greitt, og hetta er Martin stoltur av. Fegin var hann, tá ið hann ognaði sær part í hagapartinum Uttara Hamrar og Undir Rókum. Fyri Martin er hetta ein týdningarmikil partur av mentan okkara, ið skal varðveitast og har unga ættarliðið skal lærast at fara væl um, hetta hevur Martin givið víðari til sonin, Frits, ið somuleiðis er djarvur til bakka.
Martin fór sum ungur í snikkaralæru hjá Sigmundi Strøm, sála, á Tvøroyri. Hann arbeiddi nakað aftaná innan hetta fak, fór síðan til skips.
Sjólívið hevur Martin dámað sera væl, hann hevur verið við norskum og síðani føroyskum trolara. Seinastu nógvu árini, hevur Martin siglt við Steintór, ið er heimahoyrandi í Hvalba. Í 1995 flutti Martin, konan og sonurin til Keypmannahavnar í 3 ár, har konan fekk sær útbúgving sum heilsurøktari, meðan Martin arbeiddi sum timburmaður.
Martin giftist í 1977 við Anna-Britt, dóttur Karin og Jacob Norðberg á Heyggi, Hvalba. Anna-Britt er heilsurøktari á Ellis-og Røktarheiminum á Tvøroyri. Tey eiga trý børn: Karin, Elisabeth og Frits. Og eiga tey fimm abba-, ommubørn. Asger 15 ár, Marianna 11ár, Sigvør 10 ár, Brandur 3 ár og lítla Tórur 6 mðr.
Martin og Anna-Britt hava bygt sær eini hús á Leitinum, í Nesi, og har hava tey skapt eitt sera hugnaligt og fjálgt heim.
Vit ynskja Martini og familjuni hjartaliga tillukku við fimmti ára føðingardegnum. Og ynskja honum framhaldandi eina bjarta lívsleið.
Ein vinur










