18 ára gamli Martin Agnarsson hevur gjørt trý ára sáttmála við danska superligafelagið, Viborg. Tað er staðfest beint áðrenn evsta mark í flytingarvindeyganum.
B36 skrivar soleiðis á Facebooksíðu sínari: - Takk fyri hesuferð Martin og blíðan byr.
B36 hevur í dag selt 18 ára gamla Martin Agnarsson til Viborg FF, sum spælir í donsku superliguni. Martin hevur undirskrivað ein 3-ára sáttmála við Viborg.
Martin Agnarsson spældi fyrsta dystin fyri besta liðið hjá B36 21. juni 2020 á útivølli móti ÍF. B36 vann dystin við trimum málum móti ongum. Tilsamans hevur Martin leikt 58 dystir á besta liðnum og hann hevur skotið 5 mál. Seinasta málið var skotið á Eiði sunnudagin móti NSÍ.
Martin var eyðsýndur í báðum dystunum millum B36 og Viborg í ársins Conference League. So eyðsýndur at hann stutt eftir var boðin til Viborg á vitjan og so var skjótt at samráðingar tóku seg upp millum feløgini.
Vit í B36 eru errin av tær Martin og ynskja tær alt tað besta víðari í yrkisleiðini. Takk fyri hesuferð og tú er altíð vælkomin aftur.
B36 og Viborg FF eru samd um ikki at upplýsa upphæddina, sum Viborg hevur latið B36 fyri Martin Agnarsson. Skrivar B36 á Facebooksíðu sínari.