- Tað var ein fegin Martha Øre, sum vitjaði Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu, í dag. Borgarstjórin og Martha kennast væl frá tíðini, tá hon gekk í skúla í Fuglafirði.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu í dag.
- Martha Øre, sum er 31 ára gomul, er ein av teimum átjan búfólkunum, sum eru flutt inn í nýggja búfelagsskapin hjá Almannaverkinum í Flatabø á Toftum.
Stovnurin er ætlaður fólki við autismu og øðrum serligum tørvi.
- Tíggju ára gomul mátti Martha Øre, sum hevur infantila autismu, ADHD og epilepsi, flyta av landinum, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum.
Á heimasíðuni verður víst á, at nú fær Martha Øre sín egna bústað, umframt ein nýggjan felagsskap.
Dagliga arbeiðir hon í tillagaðum starvi í Fuglafirði.
Martha Øre sigur, at hon gleðir seg nógv til at fáa nýggjar vinir og at gera ymiskt saman við teimum í felagsrúminum.











