Martha var úr Havn, foreldrini vóru Johanna Sofía, f. Niclassen, ættað úr Kollafirði og Jákup Christian Mørkøre, ættaður úr Leirvík. Tey bæði giftust so í 1896 og búsettust í C. Pløyensgøtu í Havn. Tey fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreingir, har Martha var tað sætta barnið í røðini.
Í 1933 giftist Martha við Sámal Erik Matras av Viðareiði. Hann var lærari og serstakliga varð hann kendur sum fimleikalærari. Martha og Sámal Erik búsettust í Havn.
Sámal Erik var føddur á Viðareiði í 1898. Hann tók læraraprógv í Haslev Seminarium í 1922 og var lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 1925 til hann máttii gevast fyrst í 1950-unum. Sámal Erik hevði manslið í fimleiki í mong ár. Hann var við til at stovna Tórshavnar Handilsskúla í 1936 og stóð fyri skúlanum í mong til hann gjørdist sjúkur. Hann var blaðstjóri á Tingakrossi frá 1940 til 1943.
Í 1949 fluttu Martha og Sámal Erik í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men fyrst í 1950 fekk Sámal Erik heilabløðing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu, sum nú mátti nýta alla sína orku at passa mannin. Sámal Erik andaðist 29. juni í 1960.
Martha og Sámal Erik fingu tvær døtur: Bjørg í 1935 og Jórun í 1938. Bjørg var gift við Hera Jensen, sum starvaðist á Matrikulstovuni. Heri andaðist í 1995 og andaðist í 2000. Jórun er gift við Petur Ellefsen oyrnalækna.
Seinastu árini búði Martha á Ellisheiminum í Havn.










