Marshall tekur við

Samstarvsavtalan, sum Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava undirskrivað er galdandi fyri komandi árið.

Brian Marshall er breti, men búsitandi í Íslandi. Umframt venjararoyndir innanfyri svimjing er hann eisini tætt knýttur at íslendska svimjisambandinum.

NJM verður hildin í Føroyum í døgunum 1. og 2. desember í ár, og verður hetta sostatt fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum. Eftir hetta stendur EM (á stuttbana - 25 m. hyljar) á skránni. Hetta verður í Ungarn smáar tvær vikur eftir kappingina í Føroyum.

 

Kelda: www.123.fo