Mars royndist lakur í skatti

Skattainntøkan hjá Nes kommunu var 9 prosent minni í mars í ár, enn hon var í mars í fjør.

Tað veit Nes kommuna at siga.

- Sambært fyribilsuppgerðini frá TAKS var skattainntøkan í mars í ár 2.622.695 krónur. Í mars í fjør var hon 2.881.828 krónur. Munurin var -259.133 krónur ella -9,0 prosent.

Kommunan vísir á, at fyrsta fjórðingsár í ár var eitt sindur lakari enn sama tíðarskeiðið í fjør.

- Í tíðarskeiðnum januar-mars í ár var inntøkan 8.068.712 krónur. Í fjør var hon 8.434.817 krónur. Afturgongdin er -366.105 krónur, sum svarar til -4,3 prosent, sigur Nes kommuna.

Samantalt fyri allar kommunurnar var kommunuskatturin fyrsta fjórðingsár í ár 2,22 prosent lægri, enn hann var í fjør.

Í yvirlitinum frá TAKS sæst, at allar kommunurnar í Eysturoy fyrsta fjórðingsár í ár fingu minni inn í skatti, enn tær fingu sama tíðarskeiðið í fjør.

Einasta undantakið er Sunda kommuna, sum umframt bygdir í Eysturoy eisini fevnir um nakrar bygdir í Streymoy. Har var talan um vøkstur upp á 2,38 prosent.