Lutakast hevur júst verið til fyrstu rundu av Europa League kappingini til kappingarár.
Góð útlit vóru undan lutakastinum fyri at øll tey føroysku liðini fingu eitt hampuligt lutakast, har NSÍ skuldi vera ótrúliga óheppið um teir skuldu trekkja FC Shaktyor Soligorsk úr Hvítarusslandi. Men ótrúligt nokk trektu teir júst hvítarussiska liðið, sum er ein væl størri biti fíggjarliga enn hjá HB og Víkingi, av tí at túrarnir hjá teimum eru styttri enn tann hjá NSÍ.
HB skal til Estlands at møta Levadia Tallinn, meðan Víkingur skal til Lettlands, har teir møta Ventspils. Ventspils hevur fyrr verið í Føroyum og spælt. Teir spældu í 2004 móti B68, meðan teir í 2006 spældu ímóti GÍ.
Dystirnir í fyrstu rundu av Europa League verða leiktir tann 30 juni og tann 7 juli.
Dystirnir fyri tey føroysku liðini:
Levadia Tallinn – HB
NSÍ – FC Shaktyor Soligorsk
Ventspils – Víkingur