Seinnu árini hevur tað gingið ógvuliga striltið hjá Kyndli at basa hoyvíkingum. Í fjør var heilt galið, tá ið ósigrarnir hjá Kyndli móti júst H71 vóru nær við at kosta teimum grønu føroyameistaraheitið. Í steypakappingini var tað eisini H71, sum setti fót fyri Kyndli, og spurningurin er tí, um tað eydnast Kyndli í hesum kappingarárinum at fáa gjørt ein enda á H71-kompleksinum.
Tá ið liðini hittust í fyrra dystinum í grundspælinum í Hoyvík í november mánað, sá tað annars út til, at Kyndil ikki slapp av við marruna, tí tá vann H71 31-27. Men ein lítlan mánað seinni eydnaðist tað so teimum grønu í høllini á Hálsi at vinna 29-26 á hoyvíkingum.
Sunnudagin hittast hesi bæði liðini so aftur í endaspælinum á Hálsi, og skal Kyndil royna at fylgja við vestmenningum, so er neyðugt hjá teimum at basa H71.
Grannadystur í Vestmanna
Oddaliðið VÍF skal sunnudagin spæla á heimavølli. Vestmenningar hava verið stak væl fyri seinastu umførini, og teir mugu metast sum stórfavorittar, tá ið grannarnir úr Kollafirði vitja í høllini í Vestmanna.
Seinasta sunnudagin vitjaði VÍF í Havn, har teir vunnu ein tryggan sigur á Neistanum. Tá var Sámal Joensen heilt stóri spælarin hjá vestmenningum við sínum 13 málum, og sunnudagin verður Áki Olsen so aftur við á liðnum, eftir at hann var leikbannaður móti Neistanum.
Kollfirðingar dystaðust farna leygardag við Kyndil á Hálsi, og tá stóð leingi nógv á hjá havnarliðnum, áðrenn teir fingu bast KÍF. Spurningurin er eisini, hvussu úrslitið í dystinum hevði verið, um ikki kollfirðingar tíðliga í seinna hálvleiki mistu landsliðsleikaran Regin Petersen, ið fekk sína triðju útvísing.
Vestmenningar skulu tó ikki taka nakað fyri givið sunnudagin, tí tá ið liðini í grundspælinum hittust í Vestmanna, eydnaðist tað akkurát VÍF at basa KÍF. Úrslitið gjørdist 22-21 til vestmenningar. Hinvegin var eingin ivi, tá ið liðini nakað eftir hetta hittust í Hoyvíkshøllini, tí tá vunnu vestmenningar 32-20.
Strandingar ríða á aldukambinum
Seinasti dysturin í Atlantic Airways-kappingini hetta vikuskiftið verður á Skála sunnudagin, har StÍF fær vitjan av botnliðnum Neistanum. Strandingar tykjast av álvara at verða komnir fyri seg, nú teir aftur hava fingið Marian millum stengurnar.
Tá ið StÍF fyri viku síðani vitjaði í Hoyvík, fingu hoyvíkingar av at vita, og tað var ikki sørt, at spælið hjá strandingum í tí dystinum kveikti gomul minnir frá glæsiligum tíðum hjá StÍF.
Neistin hevur hinvegin havt tað trupult alt kappingarárið, og liðið liggur einsamalt í botninum av kappingini. Hinvegin mundi avrikið hjá Neistanum móti vestmenningum farna vikuskifti verða eitt tað frægasta í longri tíð hjá havnarliðnum, og tað eigur at geva vón um frægari úrslit í næstum. Um tað fer at bragda á Skála sunnudagin, má metast ivasamt, men møguleikin er til staðar.
Tað er eisini ein styrkur fyri Neistin, at ein av sterku útlendsku spælarunum hjá felagnum, Blagoje Buha, er komin við aftur eftir skaðasteðg, og móti VÍF sunnudagin var hann toppskjútti við átta málum.
Í grundspælinum gekk tað soleiðis, at Neistin í seinasta dystinum í grundspælinum vann 31-28 inni á Skála, meðan StÍF í fyrsta dystinum í kappingarárinum vann 34-28 í Havn.