Marran hjá ÍF er NSÍ við Løkin

Tvey tey seinastu árini hevur ÍF í fýra royndum tapt tilsaman 21-4 í Runavík

Seinastu árini eru dystirnir á útivølli ímóti NSÍ vornir størsta marran hjá fuglfirðingum. Í fjør legði ÍF rygg til 6-1 og 7-1 tap við Løkin, og í fyrraárið vann NSÍ oyggjauppgerðirnar á heimavølli ímóti ÍF 3-1 og 5-1.

Síðsta ferðin, at ÍF vann stig í Runavík, var í 2014, tá ið úrslitið var 2-2 í fyrra dystinum, meðan NSÍ vann tann seinna 4-2.

 

Tað eru fimm ár síðani, at ÍF fór úr Runavík við fullari úrtøku. Fimta august í 2012 fóru Flemming Christensen og ÍF inn um Eiðið við 2-1 sigri. Fýra spælarar, sum fara á vøllin ídag, vóru á ÍF listanum fyri fimm árum síðani. Dánjal á Lakjuni og Ari Ó. Ellingsgaard (var á beinkinum) eru framvegis á ÍF liðnum. Í NSÍ hópinum eru nú Karl Løkin og Jan Ó. Ellingsgaard, sum í ÍF sigrinum fyri fimm árum síðani økti til 2-0.

 

Hjá ÍF kemur tað væl við, at Ndende Adama Gueyé og Alex José dos Santos eru tøkir aftur eftir leikbann. Spurningurin er, um Santos fer at vinna plássið aftur á vinstra vongverja. Sámal Jákup Joensen loysti av í lokaluppgerðini ímóti Víkingi síðsta sunnudag. Tað endaði 2-2, og Sámal Jákup var sera eyðsýndur í Fløtugerði.

 

NSÍ var sera sannførandi í 4-0 heimasigrinum ímóti 07 Vestur. Jonleif Højgaard er so mikið darvaður av knæskaða, at hann er ikki førur fyri at spæla. Tað er ivasamt, um Bárður J. Hansen og Jan Ó. Ellingsgaard eru førir fyri at spæla ídag.

NSÍ-ÍF: Alex Troleis klokkan 15.00.