Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at Marni Kruse við bólki verður á Voxbotn 2015.
22 ára gamli Marni Kruse er av Oyrarbakka. Hann hevur júst givið eina nýggja EP, "Searching For Something I´m Looking For," út og tað sigst, at hann við hesum veruliga hevur fingið vind undir veingirnar.
- Marni bjóðar tær eitt hugnaligt singer songwriter/pop umhvørvi við egnum løgum og tekstum, ið taka støði í hansara gerandisdegi. Tónleikurin er lættur og hugnaligur - altíð við einum smíli - og er egnaður øllum aldursbólkum, skriva fyriskipararnir.
Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Marna, eru John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, Udo, Byrta, Marius Ziska, Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, trubadururin Stanley og Flamma avdúkaði, umframt Gluntan og Sunrise, ið spæla til Bryggjudansin. Onnur nøvn koma eisini á skránna komandi tíðina.