Ársins Leiðaradagur
Mikudagin var stóra tiltakið, "Ársins Leiðaradagur 2006", hildið á Hotel Føroyum undir temanum, "innovatiónsleiðsla".
Tað var løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, sum setti dagin, og síðan vórðu fleiri fyrilestrar hildnir.
Tey, sum hildu fyrilestrarnar, vóru Steen Hildebrandt, Annika Mittún, Djóni Dalsgarð, Lars Kolind, Marjun Hanusardóttir og Eirikur á Húsamørk.
Móti endanum av degnum varð alment avdúkað, hvør er kosin "Ársins Leiðara 2006".
Tríggir persónar vóru við í endaspurtinum um heiðurin. Teir vóru Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Andrass Róin, stjóri á Føroya Tele og Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Úrslitið gjørdist, at forstjórin í Føroya Sparikassa gjørdist Ársins Leiðari 2006.
Einir 150 føroyskir leiðarar úr ymiskum fyritøkum og á ymiskum stigum vóru við til at peika á Marner Jacobsen sum "Ársins Leiðara 2006".