Marner Jacobsen dømdur at rinda 7,15 mió

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka í Danmark og stjóri í føroyska Eik Banka, Marner Jacobsen, er í morgun í Eystara Landsrætti dømdur í málinum um endurgjald.

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka í Danmark og stjóri í føroyska Eik Banka, Marner Jacobsen, er í morgun í Eystara Landsrætti dømdur í málinum um endurgjald, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur reist ímóti Eik Banka í Danmark.

 

Saman við trimum øðrum skal hann gjalda 28,6 milliónir krónur í endurgjaldi. Tað merkir, at hann persónliga skal gjalda góðar 7.150.000 krónur.

 

Landsrætturin sigur soleiðis í niðurstøðuni í dóminum:

 

»Peter Marner Aage Jacobsen, Henrik Ørsted, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg skal in solidum til Finansiel Stabilitet betale 28,6 mio. kr. med procesrente fra den 30. december 2011.

 

De nedlagte friholdelsespåstande tages ikke til følge.

 

I det indbyrdes forhold skal Peter Marner Aage Jacobsen, Henrik Ørsted, Jesper Søndberg Clausen og Kim Michael Sandberg hver endeligt betale en fjerdedel af det idømte beløb.«

 

Tað merkir, at teir fýra skulu gjalda 7.150.000 krónur í part í endurgjaldi til Finansiel Stabilitet.

 

Dómurin í morgun er í málinum ímóti Eik Bank Danmark, har kravið frá Finansiel Stabilitet ar 250 milliónir krónur.

 

Eitt annað mál ímóti Eik Banka í Føroyum er í løtuni í Føroya Rætti. Har er kravið frá Finansiel Stabilitet 125 milliónir krónur. Marner Jacobsen er eisini partur av tí máliunum, har dómur væntast næsta ár.