Marnar og Árni 50 ár

Leygardagin 4. apríl fylla tvíburabrøðurnir Marnar og Árni Andreasen í Havn 50 ár.

Marnar og Árni eru mest kendir frá tónleikalívinum við fleiri tónleikaútgávum. Teir hava altíð staðið saman og verið saman um ymisk tiltøk sum t.d. at spæla tónleik í ymiskum samanhangum, og teir hava eisini gjørt stuðulsfløgur til Frelsunarherin. Í dag arbeiða báðir sum koyrilærarar í høvuðsstaðnum.


Annars hava teir havt ymisk arbeiði, síðan teir fóru úr skúlanum. Marnar arbeiddi hjá byggimeistaranum Finn í Puntabyrgi og hjá byggifelagnum Waagstein til hann í 1983 fekk starv sum portørur á Landssjúkrahúsinum. Har arbeiddi hann til 2006, tá hann fór at arbeiða sum koyrilærari. Marnar er giftur við Winnie, tey eiga trý børn.


Árni fór í læru sum setari hjá Einars Prent. Síðan fór hann á Dagblaðið at arbeiða til blaðið snaraði lykilin um í 1992. Eftir tað arbeiddi hann í barnagarðinum á Konmansmýri eina tíð, koyrdi lastbil hjá Poul Michelsen og koyrdi býbuss til hann í 2005 fór at arbeiða sum koyrilærari. Árni er giftur við Fríðbjørg, tey eiga trý børn.