Marna vann sannførandi

Føroyski rennarin, Marna Egholm, hevur vunnið Garmin trail-kapping í Danmark.

Mynd: fif.fo

Marna Egholm, óivað fremsti rennari okkara í løtuni, luttók leygardagin í kapping í Danmark. Talan var um triðja teinin í sokallaðu Garmin trail-seriuni.


Væl hevði gingist hjá Marnu áðrenn teinin leygardagin, tí teir undanfarnu tveir teinarnar hevði hon nevniliga vunnið. Triði og seinasti teinurin leygardagin varð runnin off-trail í nógvum kava.


Aftur hesaferð var Marna Egholm sannførandi og vann teinin, sum var seks kilometrar til longdar og eisini hevði 300 hæddarmetrar. Hon vann tískil eisini samlaðu kappingina.


Kelda: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo

Mynd: fif.fo