Um vikuskiftið varð skipað fyri DM í lendisrenning í Esbjerg, har ein av Føroya fremstu kvinnuligu rennarar, Marna Egholm, var millum luttakararnar, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar á síni heimasíðu.
Hóast sterka mótstøðu, so gekk tað sera væl hjá Marnu, sambært fif.fo. Í opnu kappingini endaði hon nummar fimm av donsku rennarunum við tíðini 31 minuttir og 41 sekund. Tað var einans 40 sekund aftanfyri triðja pláss.
Marna Egholm vann tó tvey heiðursmerkir í øðrum bólkum. Í liðkappingini endaði hennara lið, Sparta, nummar trý, og sjálv vann Marna Egholm gull í bólkinum 35+.

Marna ov stutt til DM-bronsu





