Marna givin við at vaska

- Skúlin má hava verið eitt sera gott arbeiðspláss, tá tú í hesum starvi náddi 40 ára starvsaldur, segði Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Marna Bjarkhamar er nú givin at vaska vegna aldur.

 

- Hon hevur starvast sum reingerðarfólk í skúlanum. Nú hon gevst, hevur hon starvast í Vágs skúla í samfull 40 ár.

 

Tað siga tey í Vágs kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at flestu skúlabørn í Vági seinastu áratíggini kenna Marnu.

 

Vágs kommuna hevur havt eina hugnaliga fráfaringarløtu fyri Marnu Bjarkhamar.

 

Borgarstjórin, Bjarni Johansen, handaði henni blómur og gávubræv. Hann takkaði eisini fyri trúgva tænastu.

 

Bjarni Johansen helt fyri, at skúlin má hava verið eitt sera gott arbeiðspláss, tá Marna náddi 40 ára starvsaldur.