Politisku ungmannafeløgini Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi gjørdu nógv burtur úr, nú løgtingið í dag viðgjørdi uppskot um at loyva samkyndum at giftast borgarliga
Ungmannafeløgini skipaðu fyri einum heldur øðrvísi tiltaki, har fólk kundu gifta seg við júst tú, tey elska.
Les eisini: Gifta samkynd uttan fyri løgtingið
Tráin Nónklett og Markus Hammer nýttu høvið at taka av og lata seg ”gifta” borgarliga.
Teir báðir stuðla átakinum hjá politisku ungmannafeløgunum fyri at varpa ljós á málið, eins og báðir er av tí sannføring, at eisini fólk av sama kyni eiga rættin til at ganga saman í hjúnarband.
- Ja, vit standa báðir inni fyri at samkynd skulu hava rætt til at giftast borgarliga, siga Tráin Nónklett og Markus Hammer.
Teir báðir lurtaðu eftir orðaskiftinum í løgtinginum. Og hóast málið neyvan verður samtykt á hesum sinni, so hava teir eina vón um, at samkynd fara at fáa hesi rættindi.
- Ja, tað verður neyvan hesaferð. Men tað verður so um 1-2 ár, siga teir báðir.
Bergur A. Dalsgarð hevði í dag leiklutin sum borgarstjóri, sum hevði heimild at standa fyri eini borgarligari vígslu av samkyndum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra, hvussu tað ljóðaði, tá Bergur A. Dalsgarð gifti Tráin Nónklett og Markus Hammer uttan fyri løgtingið fyrr í dag.
Les eisini:
Anna og Fimmboði: Lat kærleikan ráða









