Hesa vikuna kemur danski sjónleikarin Niels Vigild á Føroyaferð og fer hann at framføra Markus Evangeliið sum ein einmansleik. Niels Vigild sigur frá um Jesus ? sera livandi og hevur hann fingið sera góð ummæli, har hann hevur verið og spælt. Ein danskur ummælari, Jonna Gade, hevur skrivað soleiðis um leikin:
Í 1. parti av einmansleikinum, er tað ikki so nógv Jesus, men serliga Markus, sum talar. Markus trýr upp á Jesus - upp á ein kanska eitt sindur barnsligan hátt, og sær upp til hann og hansara undirverk. Í 2. parti kemur Jesus meiri inn í myndina?.
Niels Vigild hevur spælt Markusevangliið bæði á sjónleikarahúsinum og í kirkjum í Danmark.
Leikurin verður framførdur á hesum støðum og hesar tíðir:
Leygardagin 15. apríl kl. 15.00 í Kunoyar kirkju
Sunnudagin 16. apríl kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum
Mánadagin 17. apríl kl. 20.00 í Húsavíkar kirkju
Í leikinum Markusevangeliið er Niels Vigild á palli í góðar 2 tímar, og hevur tað vakt undur ymstaðni, hvussu hann kann hava lært seg evangeliið uttanat, og hvussu hann hevur tulkað hetta.
Ulla Gottlieb hevur instruerað leikin ?Markusevangeliið? , og tónleikin hevur Jesper Lutzhøft gjørt.
Niels Vigild kemur til Føroya mikudagin, og eru tit vælkomin at tosa við hann, og fer hann at búgva í Norðurlandahúsinum.