Ki.fo skrivar, at 29 ára gamli verjuspælarin, Marko Dusak, hevur spælt sín seinasta fyri KÍ. Kroatin, sum kom til felagið í vetur, hevur spælt 14 dystir fyri KÍ, men fer nú heim aftur.
Les eisini: EB/Streymur leigar í KÍ
- Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at vegna persónligar orsøkir hevur Marko havt ynski um at sleppa heim til familjuna í summarsteðginum. KÍ hevur eftirlíkað ynskinum hjá Marko og báðir partar eru samdir um at ógilda tað, sum eftir er av sáttmálanum, skrivar ki.fo.
Marko Dusak hevur verið nakað skaddur í byrjanini av árinum, men hevur síðani vunnið sær fast á pláss á liðnum. Hann spældi í fyrra dystinum móti Birkirkara, men var skaddur til seinna dystin.
Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at arbeitt verður við at fáa nýggjan spælara til felagið.










