Marknatrætan aftur í Uttanlandsnevnd

Fyri triðju ferð innan fyri góðan mánað hevur Uttanlandsnevndin fund um marknatrætuna.

Fyri triðju ferð innan fyri heilt stutta tíð fer Uttanlandsnevndin at viðgera marknatrætuna millum Føroyar og Bretland. Fundur verður hósdagin klokkan 10, har løgmaður og Árni Olafsson fara at greiða frá gongdini í málinum. Nógvu fundirnir í seinastuni kunnu merkja, at gongd er á, og at konstruktivur diaologur er millum partarnar.