Marknagilsvegurin latin upp

Nú er arbeiðið at breiðka Marknagilsvegin liðugt og koyrandi var eftir nýggja vegnum leygardagin. Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, væntar, at nýggi vegurin fer at avlasta ferðsluna í miðbýnum munandi

 

Býráðið skipaði ikki fyri nøkrum hátíðarhaldi leygardagin, tá koyrandi var eftir Marknagilsvegnum fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir. Orsøkin er, at vegurin ikki er rættiliga liðugur enn.

Býarverkfrøðingurin, Boði Haraldson, sigur seg vænta, at breiðkaði vegurin fer at avlasta ferðsluna á Jóannesar Patursonargøtu munandi. Við ljóskurvarnar har er vanliga nógv ferðsla um morgunin og seinnapartin.

? Vit eru spentir um, hvussu ferðslumynstrið fer at vera nú. Vit hava ferðsluteljingar ymsastaðni í býnum, og tær fara at vísa, hvussu Marknagilsvegurin verður brúktur. Væntandi fer ferðslan at glíða betur nú, sigur Boði Haraldson.

Enn er vegurin ikki asfalteraður, tí asfalt fæst ikki úr Hundsarabotni hesa tíðina á árinum, og onkrir snøklar eru eisini eftir at gera. Boði Haraldson sigur, at Marknagilsvegurin stendur ovast á uppgávulistanum, tá asfalt aftur fæst úr Hundsarabotni.

Boði Haraldson sigur, at enn kann hann ikki meta um kostnaðin, tí arbeiðið ikki er liðugt enn.