Marknagilsdepilin skal byggjast sum skjótast

Sum støðan er við Marknagilsdeplinum, so má Tórshavnar kommuna taka um endan, um gongd skal koma í byggingina. Hóast miðnámsskúlaøkið er eitt landsmál, so halda vit í Framsókn, at tað er neyðugt, at kommunan ger eina íløgu í verkætlanina. Okkara uppskot er, at Tórshavnar kommuna setir 40 mill kr í verkætlanina. So kemur arbeiðið í gongd, og skúlin kann standa liðugur um fá ár.

Í nógv ár hevur Skúladepilin við Marknagil verið á breddanum hjá landsins politikarum, men enn er lítið ítøkiligt hent. Í løgtinginum verður kjakast dúliga, men har kemur lítið burturúr. Í fjølmiðlunum lesa vit um hvussu skeivt málið er handfarið av myndugleikunum, um alt ov høgan kostnað o.s.fr. Rættuliga vónleyst, má sigast. Eg ivist stórliga í, um depilin yvirhøvur verður bygdur, um tað stendur upp til landsins politikarar. Teir raðfesta ikki hetta týdningarmikla mál nóg høgt.

Marknagilsdepilin er ein kostnaðarmikil verkætlan. Tað kunnu vit øll vera samd um. Men hetta er ein neyðug verkætlan fyri ein høvuðsstað sum Tórshavn og fyri eitt land sum Føroyar. Vit vilja verða eitt framkomið samfelag við nógvum møguleikum til bæði ung og vaksin. Ein slíkur miðdepil fyri miðnámsskúlar í Havn er ein treyt fyri trivnaði, motivatión og lærdóm á hægsta stigi fyri eina stóra fjøld av ungdóminum í Føroyum.

Við at fáa Skúladepilin við Marknagil lidnan fara vit at hækka lestrarstøðið munandi. Lærarar fara at kunna undirvísa í fleiri greinum á fleiri økjum, fyrisitingin fyri skúlarnar kunnu samanleggjast, eins og felagsfacilitetir sum kantinuviðurskifti verða felags. Tað verður munandi bíligari at reka ein slíkan skúla ístaðin fyri fleiri smærri eindir ymsa staðni í býnum.

Vit vilja eisini raðfesta, at arbeiði at byggja skúlan verður á føroyskum hondum, tí vit vilja stuðla upp undir føroyskari byggivinnu.

Framsókn vil lestrarumhvørvinum tað besta